Væl eydnað virkisvitjan hjá Jobindex

HR í Føroyum hevur verið á virkisvitjan hjá Jobindex í Keypmannahavn. Vitjanin var sera væl eydnað og gav limunum góðan íblástur og nýggj sjónarmið um rekruttering, employer branding og onboarding.

Jobindex er ein av størstu fyritøkunum í Danmark innan starvsmiðlan og rekruttering og hevur drúgvar royndir við at hjálpa fyritøkum at finna og velja røttu starvsfólkini. Á vitjanini fingu vit innlit í, hvussu Jobindex arbeiðir við rekruttering og hvussu tey brúka dátur og vitan um arbeiðsmarknaðin í sínum arbeiði.

Vit fingu eisini kunning um, hvussu málrættað lýsing og employer branding kunnu gera arbeiðspláss meira sjónlig og attraktiv fyri umsøkjarar, og hvussu MATCH (skipan) kann stuðla undir betri “match” millum størv og umsøkjarar.

Harumframt fingu vit innlit í onboarding og í, hvussu ein góð og skipað byrjan kann vera við til at tryggja, at nýggj starvsfólk fáa eina góða uppliving frá fyrsta degi og koma væl inn í arbeiðsplássið.

Takk til Jobindex fyri eina sera áhugaverda og gevandi vitjan. Tað var gott at fáa nýggj sjónarmið, fakliga sparring og íblástur, sum vit kunnu taka við okkum heim og brúka í okkara egna HR-arbeiði.

Previous
Previous

HR í Føroyum á HR Træfpunkt 2026

Next
Next

Góð undirtøka fyri virkisvitjan hjá Tórshavnar kommunu