Góð undirtøka fyri virkisvitjan hjá Tórshavnar kommunu

Nú hava limir í HR í Føroyum verið á virkisvitjan hjá Tórshavnar kommunu, har tey fingu innlit í verkætlanina "Nýggj í starvi" og arbeiðið hjá kommununi við onboarding av nýggjum starvsfólkum.

Á vitjanini greiddu umboð fyri starvsfólkadeildina frá, hvussu kommunan síðani 2024 hevur arbeitt miðvíst við at skapa eina góða byrjan fyri nýggj starvsfólk. Luttakararnir fingu innlit í tilgongdir, royndir og lærdómar, og tað var eisini høvi til góðar samrøður og spurningar.

Tiltakið hevði góða undirtøku, og luttakararnir fóru heim við íblástri og ítøkiligum hugskotum til egið arbeiði við onboarding.

HR í Føroyum takkar Tórshavnar kommunu fyri blíðskapin.

Serlig tøkk til Elsu Johonnu, Gunvør og Irdi.

Next
Next

Inspirerandi temadagur