Inspirerandi temadagur

Takk fyri ein inspirerandi temadag um onboarding

Vit vilja takka øllum tykkum, sum vóru við til okkara temadag um onboarding saman við Christian Harpelund fríggjadagin. Tað var sera hugaligt at síggja stóra undirtøku og virknu luttøkuna gjøgnum allan dagin.

Fokus var bæði á onboarding av starvsfólkum og onboarding av leiðarum – og á munin millum hesar báðar onboarding-tilgongdirnar. Hetta gjørdi dagin serliga spennandi og viðkomandi, tí onboarding av leiðarum er eitt øki, sum fær alsamt størri týdning í nútímans fyritøkum og stovnum.

Christian dugdi sera væl at seta orð á, hvussu onboarding kann gerast eitt strategiskt amboð til trivnað, tilknýti og langtíðarvarðveitslu av bæði starvsfólkum og leiðarum. Við praktiskum dømum, gransking og sterkum fakligum innliti skapti hann nógv góð kjak og refleksjónir.

Vit eru sera fegin um góðu undirtøkuna og fyri, at so nógv tóku væl undir við nýggja leistinum við einum heildags tiltaki. Tað gevur okkum góðar fortreytir at menna fleiri faklig og savnandi tiltøk frameftir.

Next
Next

HR í Føroyum havt aðalfund – nýggj nevnd skipað