HR í Føroyum á HR Træfpunkt 2026

Limir í HR í Føroyum hava í vikuni luttikið á HR Træfpunkt í Keypmannahavn.

Heili 36 limir luttóku – og tað er størsta luttøkan nakrantíð. Limirnir koma bæði úr privata og almenna geiranum.

HR Træfpunkt er ein stór HR-ráðstevna í Danmark, har HR-fólk og leiðarar savnast til fakligan íblástur og netverkan. Á skránni vóru m.a. AI í HR, leiðsla, trivnaður, neurodiversitetur og framtíðarinnar arbeiðslív.

At so nógv føroyskt HR-fólk taka lut, vísir, at áhugin fyri HR-fakligari menning er stórur – og at føroyska HR-umhvørvið er fjølbroytt og sterkt.

Takk fyri nakrar góðar og gevandi dagar í Keypmannahavn! 🌱

Next
Next

Væl eydnað virkisvitjan hjá Jobindex