Fyrilestur við Peter Bredsdorff-Larsen

Herfyri bjóðaði HR í Føroyum til ein fyrilestur við Peter Bredsdorff-Larsen, landsliðsvenjara í hondbólti. Petur greiddi frá, hvussu hann arbeiðir við onboarding av leikarum í liðum, sum avrika á hægsta stigi.

Síðani settu vit punktum fyri ársins fokus á onboarding við eini pallborðssamrøðu. Tríggir luttakarar umrøddu leiklutin hjá HR í onboarding og deildu royndir og lærdóm frá arbeiðinum við onboarding í 2026.

1000 takk fyri ein hugnaligan seinnapart í Perluni. Tað er stuttligt at skipa fyri tiltøkum, tá undirtøkan er so góð.

Takk til Tórshavnar kommunu fyri at leggja høli til og til panel-luttakararnar Kristinu, Hjørdis og Bergtóru fyri góð og áhugaverd íkast.

Hetta var síðsta tiltak í ár, men vit gleða okkum longu til 2027, tá vit fara at seta sjóneykuna á vitlíki 🤖

Next
Next

HR í Føroyum á HR Træfpunkt 2026