Virkisvitjan í Keypmannahavn & HR Træfpunkt
Takk fyri eina væleydnaða og vitanarríka vitjan í Keypmannahavn
Í ár var met høg luttøka av okkara limum – heili 33 luttóku til spennandi virksivitjan hjá Middelfart Sparekasse og á stóru HR-ráðstevnuni HR Træfpunkt í Øksnehallen.
Hjá Middelfart Sparekasse lærdu vit nógv um teirra miðvísa arbeiði við trivnaði, millum annað sálarliga KRAM-konseptið við denti á takksemi, svøvn og fríløtur. Eisini hoyrdu vit um leiðslumenning og hvussu tey arbeiða við at handfara yngra ættarliðið á arbeiðsmarknaðinum. Eisini var tíð til góðar og livandi kjakløtur um hesi evnini.
Á HR Træfpunkt fingu vit nógv nýtt at taka við heim. Serliga vóru fyrilestrarnir um framtíðar arbeiðspláss, viðleiðslu, fundarvirksemi, skiftisárini og nýtslu av AI í arbeiðslívinum og innan HR.
Eisini brúktu vit høvi at savna øll til ein betri bita. Hetta gav møguleika at læra hvønn annan enn betur at kenna, styrkja felagsskapin og ger tað vónandi lættari at sparra og vitanardeila innanfyri okkara starvsøki framyvir.
Vit vilja takka øllum okkara limum fyri sera góða undirtøku og nakrar góðar løtur saman
Vit gleða okkum longu til næsta ár