Virkisvitjan - Føroya Banki

Tøkk fyri ein góðan og gevandi dag

Vit vilja takka Føroya Banka hjartaliga fyri eina sera áhugaverda og gevandi virkisvitjan í dag. Tað var inspirerandi at hoyra, hvussu bankin arbeiðir við starvsfólkabranding og strategiskum HR-átøkum, og vit fingu góðan íblástur til okkara egna arbeiði.

Vit takka eisini øllum limunum fyri góða undirtøku, góðar spurningar og prát. Myndir frá degnum síggjast niðanfyri.

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur til næsta tiltak – virkisvitjan hjá Middelfart Sparekasse og HR-Træfpunkt, har vit fáa innlit í teirra arbeiði við trivnaði og sálarheilsu.

Next
Next

HR í Føroyum hildið aðalfund og nevndin skipað seg