HR í Føroyum vil røkja áhugamál hjá HR-leiðarum/ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða innan/við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini ynskja vit at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í føroyska privata og  almenna geiranum, og í almenna rúminum sum heild.

Nevndin skipað seg av nýggjum
Heri Kjærbo Heri Kjærbo

Nevndin skipað seg av nýggjum

Hósdagin 24. februar var árligi aðalfundurin hjá áhugafelagnum HR í Føroyum.

Fundurin var á Hotel Brandan, sum stuðlaði felagnum hesa ferð.

Á skránni var frágreiðing nevndarinnar fyri farna árið, og roknskapurin var lagdur fram.

Nevndin hevur skipað seg av nýggjum við Hera Kjærbo sum formanni, Alexandru á Dul, sum næstforkvinnu, Annu Mariu Ellingsgaard sum skrivara, Báru Gásadal sum kassameistara og Bergtóru Høgnadóttir, Beintu Wilhelm og Rasmus Nolsøe sum nevndarlimir.

Read More
Webinar við Jan Willemose fyri limir
Heri Kjærbo Heri Kjærbo

Webinar við Jan Willemose fyri limir

26. Februar fáa limirnir í áhugafelagnum “HR í Føroyum” høvi til at luttaka á einum webinari. Tað verður Jan Willemose, vinnusálarfrøðingur, sum kemur at luttaka. Tiltakið er bert fyri limir.

Read More
Aðalfundurin er fluttur til 6. Apríl 2021
Heri Kjærbo Heri Kjærbo

Aðalfundurin er fluttur til 6. Apríl 2021

Aðalfundurin í HR í Føroyum er fluttur til 6. Apríl 2021. Nevndina hevur mett støðuna við korona nakað ótrygga til, at aðalfundurin verður í februar, sum áður lýst. Nevndin harmast hesum, men gleði seg samtíðis til apríl, tá fundurin er settur at verða. Helle Hedegaard Hein úr Danmark luttekur á fundinum í apríl.

Read More
Netverk fyri limirnar
Heri Kjærbo Heri Kjærbo

Netverk fyri limirnar

Nú fáa limirnir í HR í Føroyum møguleika til at koma í faklig HR-netverk. Tey fyrstu netverkini byrja í januar 2021. Longu nú hava limir møguleika at melda til.

Read More
Heri Kjærbo Heri Kjærbo

Faklig HR-ráðstevna á netinum

Nú hevur tú møguleika at styrkja teg fakliga á HR økinum. Mikudagin og hósdagin 23. og 24. september 2020 verður ein spennandi HR-ráðstevna á netinum.

Read More
HR í Føroyum í nýggjum hami
Sendistovan Sendistovan

HR í Føroyum í nýggjum hami

Áhugafelagið HR í Føroyum hevur fingið búmerki og nýggja heimasíðu, www.hriforoyum.fo. Sjálvt um áhugafelagið bara hevur hálvt annað ár á baki, hevur áhugafelagið ment seg á fleiri mótum. Áhugin fyri at gerast limur í áhugafelagnum hevur verið stórur, og tað er í dag eyðsæð, at nógv føroysk arbeiðspláss raðfesta HR og starvsfólkaøkið.

Read More
Aðalfundur 14. februar 2020
Tíðindi Sendistovan Tíðindi Sendistovan

Aðalfundur 14. februar 2020

Góðu tit,

Sum áður lýst verður árligi aðalfundurin hjá felagnum

14. februar kl. 14.00. Fundurin verður á parnassinum á Hotel Hafnia. Tey hava verið so beinasom at stuðla okkum hesa ferð.

Read More
Netverksfundur fyri limir í HR
Sendistovan Sendistovan

Netverksfundur fyri limir í HR

Netverksfundurin verður í Føroya Tele, Klingran 3, týsdagin 28. mai kl. 14.30 – 17.00. Føroya Tele bjóðar ábit og annað gott.

Read More
Starvssamrøðan - fyrsta fatanin, 1. partur
HR prei Sendistovan HR prei Sendistovan

Starvssamrøðan - fyrsta fatanin, 1. partur

Flestu okkara eru onkuntíð boðin til eina, flestu okkara gerast spent og síggja nýggjar møguleikar, tá ið vit verða boðin til eina. Eg tosi nevniliga um starvssamrøðuna. Hevur tú verið á arbeiðsmarknaðinum í nógv ár, hevur tú óivað verið til nakrar starvssamrøður og veitst á leið, hvussu tú skalt stýra millum skerini og vísa á varðar á tínum vegi, sum tú hevur laðað og fingið eina yrkisleið burturúr, og sum komandi arbeiðsgevarar kunnu gagnnýta.

Read More
Fyrsti leiðarastólurin
Greinar Sendistovan Greinar Sendistovan

Fyrsti leiðarastólurin

At seta seg í tann fyrsta leiðarastólin er nakað heilt fyri seg. Hetta kunnu uttan iva flestir leiðarar skriva undir. Og hugsa teir seg um, minnast teir møguliga eisini aftur á sítt ágrýtni, dirvi og ja, feilir, sum fylgdu við.

Hvat krevst, fyri at tú kemur heilskapað/-ur ígjøgnum teir fyrstu 100 dagarnar, og hvussu stýrir tú rundan um tær stóru vegabumburnar, samstundis sum tú tryggjar tær góðan felagsskap í tínum toymi og fært fylgiskap?

Read More