HR í Føroyum vil røkja áhugamál hjá HR-leiðarum/ráðgevum, HR-fólki og øðrum, ið arbeiða innan/við HR, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum. Eisini ynskja vit at varpa ljós á eitt nútímans og munadygt HR í føroyska privata og  almenna geiranum, og í almenna rúminum sum heild.

Arbeiðsgleði – Stjørnustundir á arbeiðsplássinum
Sendistovan Sendistovan

Arbeiðsgleði – Stjørnustundir á arbeiðsplássinum

Vit kenna tað øll, at ein arbeiðsdagur loysir annan av. Uppgávurnar koma inn í støðugum streymi, og tíðin gongur við at fáa tær loystar! Vit eru upptikin av, hvat liggur á borðinum, og gloyma at hyggja upp og yvir á starvsfelagan!

Read More
Skal HR virka, skal tað gerast við skili
Greinar Sendistovan Greinar Sendistovan

Skal HR virka, skal tað gerast við skili

Skal HR virka og gera mun, so skal tað gerast við skili!

HR er vorðið eitt alsamt meira brúkt (og til tíðir misbrúkt) hugtak innan fyri leiðslu. HR er bæði í leiðsluástøði og í leiðslupraksis á sama støði sum onnur viðurkend leiðsluhugtøk, so sum strategi, góðskutrygging, evaluering o.o.

Read More
Ein føroyskur HR-pallur sær dagsins ljós
Tíðindi Sendistovan Tíðindi Sendistovan

Ein føroyskur HR-pallur sær dagsins ljós

Tað byrjaði alt við morgunkaffið. Eg var júst farin í barnsburðarfarloyvi og skuldi finna meg til rættis í nýggja leiklutinum uttan fyri arbeiðsmarknaðin – og tað var við blandaðum kenslum. Eg hevði sovorðnan hug at ringja til arbeiðsplássið og biðja avloysaran um at senda mær nakrar uppgávur. Men tað kundi eg ikki. Hon hevði jú yvirtikið arbeiði mítt, og tað mátti eg sjálvsagt virða.

Read More